Svimjing fyri fólk við rørslutarni
Svimjingin er fyri børn og vaksin, sum hava eitthvørt rørslubrek. Stuðlar og foreldur kunnu vera við sum hjálp. Endamálið er at hava tað stuttligt saman í einum mennandi umhvørvi. Uttan mun til, hvat støðið er, verður arbeitt við at læra at svimja. Hevur tú stuðul ella námsfrøðing, skal hann fylgja tær í undirvísingini, um ikki annað er avtalað við undirvísararnar. |
Mánadag kl. 15:00 - 17:10