Letur upp 25. aug. kl. 20.00

Tekning fyri børn 9 - 11 ár fram til jóla

 
Endamál: At læra nakrar grundleggjandi tekniførleikar m.a. grundformar og skuggalegging - og so annars bara at tekna eftir førleika.
Innihald: Fyrra tíman fáa næmingarnir tekniuppgávur, sum øll gera. Vit læra m.a. at tekna andlit og kropp á fólki í røttum lutfalli, um ymsar mátar at leggja skuggar á eina tekning og líknandi. Er veðrið gott, fara vit eisini út at tekna okkurt áhugavert.
Seinri tímin er fríur, og næmingarnir tekna tað, teir hava hug til – t. d. ein mangafigur, sum vit kenna frá japonskum teknirøðum ella bara tekna okkurt mynstur.
Lærarin gongur runt og leggur lag á.
Tilfar er á staðnum, men vælkomin at hava við: Blýant, tussj, krit og pappír.
Undirvíst verður 10 ferðir fram til jóla.
Mánadag kl. 14:00 - 16:00
Stað:
Kvøldskúlin, J. H. Schrøters gøta 1
Byrjar:
Klokkan:
-
Lærari:
Janus Dam Guttesen
Bólkur:
Undirvísingartilboð til børn
Skeið nr.:
9100
Kostnaður:
250,-
18:39:21