Letur upp 24. aug. kl. 20.00

Tekning fyri børn og ung 12 ár og eldri fram til jóla

Endamál: At læra grundleggjandi tekniførleikar, so sum form, lutføll og skuggalegging, og samstundis menna egnan teknistíl og hugflog.
Innihald: Fyrra tíman arbeiða næmingarnir við felags tekniuppgávum. Vit læra m.a. at tekna andlit og menniskjakroppin í røttum lutføllum, at skapa rúmd við skugga og ljósi og aðrar grundleggjandi tekniførleikar. Um veðrið er gott, fara vit eisini út at tekna áhugaverd motiv.
Seinra tíman arbeiða næmingarnir við egnum tekningum og hugskotum. Tey kunnu t.d. tekna figurar, djór, bygningar, mynstur ella annað, sum tey hava hug til. Undirvísarin gongur runt og vegleiðir hvørjum einstøkum eftir tørvi og førleika.
Tilfar: Teknitilfar er á staðnum, men næmingar eru eisini vælkomnir at hava egin tekniamboð og tilfar við.
Undirvíst verður 10 ferðir fram til jóla.
Mánadag kl. 16:30 - 18:30
Letur upp 24. aug. <span>kl. 20.00</span> Vegleiðing
Stað:
Kvøldskúlin, J. H. Schrøters gøta 1
Byrjar:
Klokkan:
-
Lærari:
Janus Dam Guttesen
Bólkur:
Undirvísingartilboð til børn
Skeið nr.:
9110
Kostnaður:
250,-
13:09:06