Letur upp 25. aug. kl. 20.00

Digital/talgild tekning fyri børn og ung 9 - 16 ár fram til jóla

Endamál: At læra at tekna talgilt (digitalt) frá grundini og at gera vanligar hondteknaðar tekningar lidnar á telduni.
Innihald: Vit læra at tekna, leggja litir og skuggar við talgildum (digitalum) teknibretti. At brúka løg (layers) og annars bara at tekna. Vit fáa felags undirvísing fyrra tíman, og seinra tíman tekna vit tað, vit hava hug til.
Tilfar: Telda, talgilt (digitalt) teknibretti (Wacom) og tekniprogrammini: Sketchbook Pro, FireAlpaca og Photoshop. Kvøldskúlin útvegar tekniprogramm og teldur.
Málbólkur: Tey, sum hava hug at tekna við talgildum (digitalum) teknibretti.
Aldur: 9 - 16 ár.
Týsdag kl. 16:00 - 18:00
Stað:
Kvøldskúlin, J. H. Schrøters gøta 1
Byrjar:
Klokkan:
-
Lærari:
Janus Dam Guttesen
Bólkur:
Undirvísingartilboð til børn
Skeið nr.:
9120
Kostnaður:
250,-
00:49:48