FilmFimi fyri 13 - 15 ár
Hevur tú hug at læra at gera filmar sum veruligir filmskaparar? Við FilmFimi sleppa ung at arbeiða kreativt og professionelt við filmsframleiðslu í einum spennandi og sosialum umhvørvi.
Á skeiðnum arbeiða vit við øllum liðunum í filmsframleiðslu: hugskotsmenning, manuskript, storyboard, myndatøku, ljósi, ljóði, leikstjórn og klipping. Luttakararnir fáa innlit í filmsmálið og læra at brúka film til at siga søgur, skapa stemning og miðla hugskot. Dentur verður lagdur á praktiskt arbeiði, samstarv og egna kreativitet.
Undirvísingin er grundað á arbeiðshættir har filmsframleiðsla, felagsskapur og kreativ menning ganga hond í hond.
FilmFimi er eitt 20 vikur langt frítíðarskeið fyri ung, sum vilja fordjúpa seg í filmi og menna síni skapandi evni yvir tíð. Málið er at skapa eitt umhvørvi, har ung í Føroyum kunnu “ganga til film” á sama hátt, sum onnur ganga til ítrótt ella tónleik.
Týsdag kl. 16:00 - 18:00