Faldarin fer í søguna og heimasíðan dagførd

Faldarin hjá Tórshavnar Kvøldskúla í pappírsformi fer nú í søguna og kemur ikki út aftur.

Tað merkir, at eingin faldari verður borin húsarhaldum í kommununi.

Ístaðin er heimasíðan dagførd, og frameftir vera allar upplýsingar um ymsu lærugreinirnar og upplýsingar um tilmelding og kostnað fyri skeiðini at finna talgilt á heimasíðuni. 

Tað er lætt og einfalt at brúka nýggju heimasíðuna og finna upplýsingar um tey skeiðini, tú ynskir at tekna teg til.

Tú trýstir á breddan ovast “Finn títt skeið her - og kom og lær okkurt nýtt”. 

Tilmeldingin letur upp mánadagin 25. august 2025 og endar sunnudagin 31. august 2025.

Freistin at tekna seg til skeiðini, sum vera várhálvuna 2026, er tó 1. november 2025. 

Tilmeldingin verður skipað í trimum, klokkan 18.00, klokkan 19.00 og klokan 20.00.

Vælkomin á Tórshavnar Kvøldskúla!

22:03:25