– Røða hildin á samkomu og prógvhandan á Tórshavnar Kvøldskúla
Eg eiti Fernando Troleis, eri 38 ára gamal og úr Brasil. Eg havi búð samanlagt 9 ár í Føroyum.
Tað er ikki serliga vanligt, at man lærir at tosa eitt annað mál flótandi, t.d. enskt, á teimum almennu skúlunum í Brasil. Flestu fólk, ið duga væl enskt, eru tey, sum hava ráð til privata frálæru ella hava møguleika at gerast skiftisnæmingur uttanlands.
Hagfrøðin sigur, at bert 5% av brasilianarum duga at práta enskt flótandi, og eru tey flestu av hesum úr hægru samfelagsstættini. Hesi fáa á hendan hátt eisini lættari atgongd til betri løntu størvini, við tað at tey hava atgongd til hægri útbúgvingar og betri møguleikar við sínum kunnleika í enskum, eðan íbúgvar í lægru samfelagsstættina muga liva við verri løntum arbeiði, ið ikki krevja líka nógvar førleikar. Á hendan hátt gerst tað ein óndur ringur, har tey ríku gerast ríkari og tey fátøku framhaldandi standa í stað vegna manglandi atgongd til vælferðartænastur.
Tað er júst tann støða, ið tit sum skúli og lærarar, við at undirvísa okkum, fyribyrgja, at tað ikki hendir í føroyska samfelagnum, og tað eru vit sera takksom fyri.
Eg minnist enn fyrstu ferð eg hoyrdi føroyskt, tá eg byrjaði at starvast á flakavirkinum á Toftum. Eg hugsaði við mær sjálvum, at eg komi ongantíð at læra hetta ”løgna málið”. Sameiningin av teimum løgnu ljóðunum og orðunum var heilt fjarleikakent.
Við tíðini komu tó nýggj orðafelli, og orðafeingi byrjaði at geva meining. Spakuliga byrjaði eg at læra at nýta hesi orðini í ymsum samanhangi, sum eg meti er alneyðugt, tá ið man lærir eitt nýtt mál.
Okkurt broyttist í mínum huga, og eg fann glottan, har eg sá fyri mær, at eg kundi læra føroyskt. Hetta hendi tó bert, tí at eg var opin fyri hesum og vildi fegin hava eitt pláss við borðið; eg vildi fegin gerast partur av tí føroyska samfelagnum.
Eg tók eitt føroyskt fak í Tofta skúla, tá eg flutti til Føroya, men tað var sera torført at skilja nakað, tá eg enn var í ferð við at læra enskt og hevði sera torført at skilja, hvat lærarin segði. Her kann bara hugsast, hvussu torført tað kann vera at læra eitt triðja mál, samstundis sum tú enn ert við at læra títt næsta mál.
Eg havi mínum góðum vinfólkum at takka, at tey fingu meg at føla meg vælkomnan og at hoyra til. At tosa føroyskt hevur fingið meg at føla, at eg eri partur av samskiftinum.
Eg vil at enda takka tykkum fyri góðar løtur vit høvdu saman og ynskja øllum á skúlanum tillukku við tí harða arbeiðinum og trúskapi. Tað gevur okkum gleði og er okkum ein heiður at vera partur av hesum. Tit eru í gongd við at flyta økið innan læru av máli við at hjálpa øðrum at fáa sína rødd og føla, at tey eisini kunna hoyra til.
At verða eydnusamur er ikki bert at vera heppin, tað er eisini um at fáa røttu møguleikarnir í lívinum til at menna seg persónliga og yrkisligani.
Takk fyri.
Fernando Troleis