Tórshavnar Kvøldskúli heldur aldargomlu siðvenjuna við føroyskum bátasmíði í hevd, og nú er filmur gjørdur um bátasmíðið á Kvøldskúlanum. Tórshavnar
Í filminum verður fylgt við gongdini, tá ið næmingar smíða. Prátað verður eisini við undirvísaran, og ein søgufrøðingur sigur frá søguni um føroyska bátin og um týdningin, sum báturin hevur havt í øldir.
Filmurin, sum er beint omanfyri sjey minuttir til longdar, verður eisini tøkur á heimasíðu Kvøldskúlans, kvoldskulin.fo, seinni í dag.
Tað eru tíggju ár liðini, síðani Tórshavnar Kvøldskúli fór undir regluliga undirvísing í bátasmíði. Øll árini hevur Andrass Joensen, bátasmiður, undirvíst og lagt næmingunum lag á.
Fimm bátar, alt fimm-mannafør, eru smíðaðir hesi árini, og kjølurin til tann sætta bátin er strektur.
Føroyski báturin er ein perla og sermerkt handverk. Hann er á listanum hjá UNESCO um týðandi siðaarv.
Men skal føroyska bátinum verða lív lagað, má hjúklast um handverkið at smíða bát, og tí hevur Tórshavnar Kvøldskúli í fleiri ár stuðlað og lagt nógv fyri til tess at varðveita og menna førleikarnar innan føroyskt bátasmíð.