Framsýningin byrjað - nú er opið

Árliga framsýningin hjá Tórshavnar Kvøldskúla læt upp á middegi. 

Klokkan 15.10 fer Elsa Berg, borgarstjóri, at seta framsýningina. Setanin verður í Müllers Pakkhúsi. 

Í ár er framsýningin skipað øðrvísi enn undanfarin ár og er á fleiri ymsum støðum í býnum: Á niðastu hædd í Müllers Pakkhúsi, í smiðjuni í Lítluvík og í bygningunum hjá Tórshavnar Kvøldskúla í J. H. Schrøters gøtu 1 og í M. A. Winthers gøtu 1, 3 og 5.

Framsýningin hevur opið hesar tíðir: 

Fríggjadag 12.00 - 18.00

Leygardag 12.00 - 18.00

Til ber at kunna seg nærri um skránna á heimasíðu kvøldskúlans, kvoldskulin.fo, og á facebook. 

Øll eru hjartaliga vælkomin. 

18:40:11