Framsýningin heldur fram

Framsýningin hjá Tórshavnar Kvøldskúla heldur fram í dag, leygardag. 

Dyrnar lata upp á middegi, klokkan 12.00, og framsýningin er opin til klokkan 18.00 í kvøld.

Hesaferð er framsýningin á fleiri ymsum støðum í býnum: Á niðastu hædd í Müllers Pakkhúsi, í smiðjuni í Lítluvík og í bygningunum hjá Tórshavnar Kvøldskúla í J.H. Schrøters gøtu 1 og í M.A Winthers gøtu 1, 3 og 5.

Til ber at kunna seg nærri um skránna á heimasíðu kvøldskúlans og á facebook. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

18:26:25