Framsýningin hjá Tórshavnar Kvøldskúla varð sett fyri í dag.
Tað var borgarstjórin, Elsa Berg, sum setti framsýningina.
Fimmboði Lisberg og næmingar hansara sungu og spældu beint eftir setanina.
Framsýningin heldur fram í morgin leygardagin. Opið er frá 12.00 til 18.00.
Til ber at kunna seg nærri um skránna á heimasíðu kvøldskúlans og á facebook.
Øll eru hjartaliga vælkomin.