Kvøldskúlin í orðum og myndum

Nýtt kvøldskúlaár er byrjað, og aftur í vetur fara vit í orðum og myndum at lýsa tað breiða og fjølbroytta úrvalið av lærugreinum.

Nógv er at taka av, tí lærugreinirnar eru ikki færri enn 254 tilsamans, harav eru 68 nýggjar lærugreinir.

Vit byrja rundferð okkara í komandi viku og fara gjøgnum veturin at leggja greinir og myndir og myndarøðir út á nýggju heimasíðu Tórshavnar Kvøldskúla og á facebook vangan.

Hjartaliga vælkomin á Tórshavnar Kvøldskúla!

16:23:27