Kvøldskúlin søkir eftir undirvísarum í tónleiki og sangi

Útbúgving krevst ikki til størvini, men før­leikar og hollar royndir eru ein fyrimunur.

Søkt verður eftir undirvísarum til einstaklinga­undir­vísing til børn, ung og vaksin í gittari, el-gittari, bass-gittari, klaveri, trummum og sangi til kvøldskúlaárið 2024/2025.
Størvini eru tímalønt og eru lønt sambært løgtingslóg um frítíðarundirvísing og frítíðarvirksemi.
Áhugað kunnu venda sær til Jógvan Sørin Hansen, leiðara fyri Tórshavnar Kvøldskúla, á telefon 220523 ella senda teldupost til kvoldskulin@torshavn.fo í seinasta lagi týsdagin 28. mai 2024.