Myndarøð: Fimti báturin flotaður

Í dýrdarveðri seinnapartin í dag varð fimti báturin, sum næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla hava smíðað, flotaður í Álakeri.

Eitt snotuligt fimm-mannafar. 

Nógv fólk var komið saman, og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, segði nøkur orð, áðrenn báturin varð flotaður og rógvin.

Hetta er tíggjunda árið, at smíðað verður undir leiðslu av Andrassi Joensen, bátasmiði.

Kiwanis felagsskapurin hevur umbiðið bátin, sum verður vinningur á lutaseðli í summar. Ágóðin fer til vælgerandi endamál.

Og so kunnu vit leggja aftrat, at kjølurin til sætta bátin er strektur.

Ein longri myndarøð sæst á vanga okkara á facebook. 

17:43:21