Hvat er munurin millum eini gleðilig jól og eini keðilig jól?
Svar: Jólabakstur og kókaðar kleynur, sjálvandi.
Nú desember mánaði nærkast, er Kvøldskúlin í jólahýri.
Aftur í ár eru hópin av skeiðum á skrá, ið hava við jól og jólahugna at gera.
Millum vælumtóktu skeiðini eru tey í matgerð og jólabakstri.
Í vikuni hava tey stákast og millum annað kókað kleynur.
Vit vóru á gátt og høvdu myndatólið við. Ein longri myndarøð er at síggja á vanga okkara á facebook.