Aftur í ár er stórur áhugi fyri kreativum og handaligum lærugreinum á Kvøldskúlanum.
Ein av hesum vælumtóktu lærugreinum er brodering ella kreativ brodering við millum annað Sashiko brodering.
Í bláa húsinum í J.H. Schrøtersgøtu, kallað Toylon, hittast tey at brodera og til prát og hugnaliga samveru.
Vit vóru framvið í vikuni og høvdu myndatólið við.
Ein longri myndarøð sæst á vanga okkara á facebook.