Eg banki, eg buki, eg smíði …
eg sagi, eg negli, eg brúki mítt skil.
Nýtt skeið er í vetur byrjað á Kvøldskúlanum fyri kvinnur, sum ynskja sær vitan og kunnleika um, hvussu hús og íbúðir skulu røkjast og haldast og førleikar at gera neyðugar umvælingar, størri og smærri.
Áhugin fyri skeiðnum er stórur. Leygardagin var fult hús og full ferð á í gomlu húsunum hjá Frk Chor.
Á skeiðnum verður til dømis lært, hvussu ein bygningur er bygdur upp, og hvat skal eftirhyggjast javnan, alt frá frá EL, VVS, hitaskipanum, hurðum, vindeygum og mongum, mongum øðrum.
Ein longri myndarøð er at síggja á vanga okkara á facebook.