Myndarøð: Máling og tekning fyri fólk við serligum tørvi

Í gjár vóru vit á vitjan, tá fólk við serligum tørvi málaðu og teknaðu.  

Talan er um kreativt skeið, har endamálið er at stimbra og menna hugflogið, skapanargleðina og sjálvsálitið hjá næmingunum í einum hugnaligum umhvørvi.

Løtan var góð, stuttlig og hugnalig, og tað liggur væl fyri hjá næmingunum.

Ein longri myndarøð sæst á vanga okkara á facebook.

07:39:31