Hvørja hugsan hevði Platon um tað góða, tað sanna og tað vakra?
Hvørja fatan hevði hann av samfelagnum? Hvussu skal samfelagið, staturin, skipast? Og hvør skal ráða?
Hvør var hansara hugsan um idé-heimin og brigdini, sum vísa seg fyri okkum, og hvat vil hann við ímyndini úr helluni?
Tað vóru millum mongu spurningarnar, sum Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki, reikaði um og so meistarliga greiddi frá í sínum fyrilestri um Platon og hansara heimspeki og dialogarnar.
Eisini vóru stundir at viðgera aðrar filosofiskar spurningar, og farið var víða um. Eitt nú var spurningurin um tíð til umrøðu.
Tí hvat er tíð?
Áhoyrarnir, sum vóru fleiri í tali, vóru bergtiknir av frásøgnini og settu viðkomandi spurningar, ið fingu umrøðu og vórðu viðgjørdir.
Jú, av sonnum ein góð løta.
Men hvat er gott?
Fleiri myndir frá fyrilestrinum eru at síggja á vanga okkara á facebook.