Næmingar úr Ukraina lokið undanskeið í føroyskum

Tað var hátíðardámur á kvøldskúlanum fyrrapartin, tá ið 20 næmingar úr Ukraina fingu handað prógv.

Tey hava lokið undanskeið í føroyskum sum annaðmál. Undirvísingin byrjaði í februar, og undirvíst hevur verið tíggjar dagar um vikuna.

- Næmingarnir hava staðið seg avbera væl, sigur Heidi Vinther, sum hevur verið undirvísari og er ógvuliga errin av næmingunum.

Slava Turchynets hevur virkað sum tulkur. Umframt sjálva undirvísingina hevur nógv verið gjørt burtur úr at skapa góðan trivnað og felagsskap. Næmingarnir hava hugnað sær óført, og við hátíðarløtuna varð ein filmur sýndur, sum næmingarnir hava gjørt, ið vísir tíðarskeiðið frá februar til nú og tað stóra virksemið, sum hevur verið. Eisini sungu tey ein sang - á føroyskum.

Móttøkuflokkurin er fyrsta stigið á leiðini hjá næmingunum at læra føroyskt. Ynskja næmingarnir at halda fram, er næsta stigið at tekna seg til vanligu undirvísingina í føroyskum sum annaðmál. Tilmeldingin byrjar í august.

Føroyskir myndugleikar og skúlamyndugleikar vísa støðugt skeiðum á Kvøldskúlanum ans.

Millum tey, sum luttøku við hátíðarløtuna fyrrapartin, var Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna og limur í Tórshavnar býráði.

Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Tórshavnar Kvøldskúla, handaði prógvini. 
Vit ynskja næmingunum úr Ukraina hjartaliga tillukku.