89 ára gamli Rasmus Nygaard er elsti mannligi undirvísari á Tórshavnar Kvøldskúla og ein sonn ímynd og fyrimyndin.
Og aldur er eingin forðing.
Hann undirvísir í handaligum lærugreinum, eitt nú í horn- og beinarbeiði, og gongur upp í ítrivið við lív og sál.
Í vikuni vóru vit fram við, tá Ramsus legði einum næmingi lag á, sum ætlar at gera skafti til lagkøkuknívar úr einum funnum luti, sum minnir um træ.
Men tað er ikki endaliga staðfest, og eingin veit enn við vissu at siga, úr hvørjum tilfari luturin er.
Men eitt er greitt. Luturin er komin undir køna hond.