SEINASTU PRÓGVINI HANDAÐ: SORGBLÍTT OG HÁTÍÐARLIGT

Í kvøld hevur Tórshavnar Kvøldskúli á allar seinasta sinni handað prógv í føroyskum sum annaðmál.
Tað hendi í skúlanum í Sørvági, har sjey næmingar í Vága og Sørvágs kommunu hava gingið til undirvísing og loksins fingið prógv.
Føroyskt sum annaðmál er útbúgving í fleiri stigum. Tríggir næmingar, ein úr Vága kommunu og tveir úr Sørvágs kommunu, hava staðið støðuroyndina. Tað merkir, at næmingarnir hava lokið alla útbúgvingina í føroyskum sum annaðmál. Hinir næmingarnir hava lokið stigroyndir.
Tað vóru Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, sum handaðu prógvini til næmingarnar, sum hava staðið støðuroyndina.
Jógvan Sørin Hansen, leiðari fyri Tórshavnar Kvøldskúla, handaði prógv fyri stigroyndir.
Petra Olsen, sum hevur verið undirvísari, helt stutta røðu og vísti á týdningin av føroyskum sum annaðmál, og hvussu umráðandi tað er at skapa røttu karmarnar fyri undirvísingini.
Næmingarnir søgdu eisini nøkur orð og takkaðu fyri undirvísingina.
Seinastu trý árini hava Tórshavnar kommuna, Kvøldskúlin í Havn og kommunurnar í Vágum samstarvað um undirvísingina.
Men eftir summarfrítíðina verður føroyskt sum annaðmál ein landsuppgáva, sum undirvísingarstýrið fer at umsita.
Borgarstjórararnir í Vágum eru á einum máli um, at talan hevur verið um eitt fyrimyndarligt samstarv við Tórshavnar kommunu og Kvøldskúlan í Havn.
Borgarstjórarnir vóna, at landsmyndugleikarnir fara at raðfesta og halda fram við undirvísingini í Vágum, tí tað er stórur tørvur og grundarlag fyri at halda fram, siga tey.
Tórshavnar Kvøldskúli ynskir næmingunum í Vágum hjartaliga til lukku og blíðan byr.
Tórshavnar Kvøldskúli takkar somuleiðis fyri árini og ynskir landsmyndugleikunum hepna hond við føroyskum sum annaðmál frameftir.