Tórshavnar Kvøldskúli hjúklar um føroyskt bátasmíð

Tórshavnar Kvøldskúli heldur kynstrið og handverkið at smíða føroyska træbátin í hevd og fer eisini at gera tað frameftir.

Og tað eru allar góðar orsøkir til tess, skal føroyskum bátasmíði verða lív lagað í framtíðini.

Um einki verður gjørt beinanvegin at venda gongdini, er vandi fyri, at vitanin hvørvur og handverkið at smíða føroyska bátin fer fyri bakka og doyr út.

Tað var greiða niðurstøðan á tiltaki í Borg á Glyvrum í gjárkvøldið. Tiltakið varð hildið í sambandi við mentanarvikuna í Runavík.

Seinastu mongu árini eru bátasmiðirnir um landið fækkaðir munandi í tali og harvið eisini nýggju smíðaðu bátarnir. Vinnuliga brúkið er næstan burtur, og eftirspurningurin eftir føroyska træbátinum lítil og at kalla eingin.  

Og tað er ein álvarsligur trupulleiki, bæði mentanarliga og vinnuliga, sum má og skal takast í størsta álvara, var breið semja um.

Hvør smíðar framtíðin?

Tann spurningurin er átrokandi neyðugur at viðgera og taka upp beinanvegin, hildu tey, sum skiftu orð við pallborðið.

Ein teirra var Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu.

Hon vísti millum annað á týdningin av tí arbeiði, sum Tórshavnar Kvøldskúli hevur lagt fyri dagin, føroyskum bátasmíði at frama. Eingin ivi er um, heldur borgarstjórin, at Tórshavnar Kvøldskúli eigur sín stóra og týðandi lut í, at bátasmíð framvegis verður hildið í hevd, og týdningurin verður ikki minni í framtíðini.  

Tórshavnar Kvøldskúli hevur seinastu 11 árini gingið undan og slóðað fyri við bátasmíði. Hesi árini hava okkurt um 150 næmingar lært at smíða bát á Kvøldskúlanum. Higartil eru fimm bátar, alt fimm-mannafør, smíðaðir, og kjølurin til tann sætta bátin er strektur.

Sambært borgarstjóranum er Tórshavnar Kommuna sinnað at stuðla upp undir og varðveita og menna føroyskt bátasmíð. Fleiri verkætlanir eru í stoypiskeiðini, sigur hon.

Eitt nú stuðlar Tórshavnar Kommunan verkætlanini at gera umhvørvið við neystið hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn til eitt livandi bátaumhvørvið, har eisini nøktandi umstøður og karmar skulu gerast til tess at hýsa bátasmíði hjá Tórshavnar Kvøldskúla í framtíðini. 

10:07:14