Treytir og mannagongd í sambandi við kvøldskúlaskeiðini 2026/27
Treytað av nóg stórari undirtøku og góðkenning frá myndugleikunum bjóðar Tórshavnar Kvøldskúli borgarunum í Tórshavnar kommunu undirvísing í teimum lærugreinum, sum lýstar eru í kvøldskúlafaldaranum skúlaárið 2026/27.
Mannagongd við tilmelding
Tilmeldingin, sum er býtt í 3, fer fram á heimasíðu skúlans www.kvoldskulin.fo frá mánadegnum 24. august 2026 til sunnudagin 30. august 2026. Undirvísingartilboðini í Kollafirði og Nólsoy lata eisini upp kl. 18, 19 og 20 sambært skeiðsnr.
kl. 18 letur tilmeldingin upp til skeiðini nr. 0050 - 2599,
kl. 19 skeiðini nr. 2600 – 7099 og
kl. 20 skeiðini nr. 7100 – 9999.
Tó ber til at tekna seg til skeiðini, sum byrja í 2027, fram til sunnudagin 1. november 2026.
Teldupostur verður sendur við leinkju til gjalding, so hvørt skeiðini verða stovnað. Fult gjald verður goldið, um næmingurin sleppur inn á skeiðið frá bíðilista.
Tilmeldingin er bindandi og er persónlig.
Skeiðsgjaldið verður ikki afturgoldið.
P-talið hjá hvørjum einstøkum næmingi, skal tilskilast við tilmelding.
Er næmingur undir 18 ár, skal avvarðandi/verji skrásetast sum gjaldari.
Tilmeldingar kunnu ikki ringjast, sendast við telduposti ella vanligum posti.
Um tørvur er á hjálp til teldutilmeldingina, ber til at koma á skrivstovu skúlans. Hetta gevur ongan fyrimun fyri at fáa pláss til skeiðini, tí allar tilmeldingar fara um somu skipan.
Skúlaleiðarin kann í serstøkum førum áseta avmarkingar í talinum á tí virksemi, sum tann einstaki næmingurin við studningsvirkan kann luttaka í, og hvussu oftani tann einstaki kann luttaka í sama skeiði. Hesi verða í fyrsta umfari sett á bíðilista.
Aldursmark
Í frítíðarlógini, Løgtingslóg nr. 124 frá 10. desember 2003 eru hesi aldursmørk lógarfest:
Almenn frítíðarundirvísing – øll yvir 14 ár (§ 3 stk. 1)
Serstøk frítíðarundirvísing – yvir 14 ár (§ 6)
Frítíðarvirksemi – øll børn og ung undir 25 ár (§ 11 atk. 2)
Skeringsdagurin fyri aldursmarkið til skeiðini heystið 2026 er 24. august 2026 og til skeiðini várið 2027 1. januar 2027.
Undirvísingartilfar
Umframt skeiðsgjaldið skal roknast við útreiðslum til alt undirvísingartilfar. Í ávísum førum er tilfarið íroknað skeiðsgjaldið, og er hetta viðmerkt í skeiðslýsingini.
Kostnaður
Skeiðsváttanir, luttøkuváttanir og avrit av prógvum kosta kr. 100, um tey eru yngri enn 1 ár og kr. 400, um tey eru eldri.
Um neyðugt er við rykkjaragjaldi, verður kostnaðurin kr. 100 fyri fyrsta rykkjara, 200 kr. fyri tann næsta osfr.
Broyting, ið verður gjørd í sambandi við tilmelding kostar í minsta lagi kr. 200.
Nær byrjar undirvísingin
Undirvísarin setur seg í samband við næmingarnar, so skjótt hann hevur fingið boð frá skrivstovuni, og kunnar um, nær byrjað verður.
Skeiðslongd
Einstaklingaundirvísing, t.d. gittar, er 25. min.
Framsýning
Hetta skúlaárið verður framsýningin í Tórshavn 12. og 13. mars 2027 og í Kollafirði sunnudagin 14. mars 2027.
Tað er sera umráðandi fyri Kvøldskúlan, at næmingar sýna fram tilvirkaðu lutirnar fyri at vísa borgarum í kommununi, hvørjir møguleikar eru í Kvøldskúlanum.
Kvøldskúlin tilskilar sær rætt til at nýta tilfar, ið er framleitt í Kvøldskúlans høpi, í t.d. lýsingum og faldaranum.
Fyrivarni verður tikið fyri villum, og verða rættingar lagdar út á heimasíðuna so hvørt.
Viðgerð av tínum upplýsingum
Tórshavnar Kommuna tekur dátutrygd og verju av tínum persónupplýsingum í størsta álvara. Ikki einans við at tryggja okkara kt-skipanir, men eisini við, at okkara starvsfólk í dagliga yrki sínum eru kunnað og tilvitað um, hvussu vit handfara persónupplýsingar sambært galdandi lóggávu. Í Tórshavnar Kommunu viðgera vit tær persónupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at loysa okkara uppgávur.
Tórshavnar Kommuna er dátuábyrgdari. Tað er okkara ábyrgd, at tú trygt kanst lata tínar persónupplýsingar til okkum.
Á leinkjuni niðast undir “Persónupplýsingarpolitikkur hjá Tórshavnar Kommunu” sært tú, hvussu tú samskiftir við okkum, um tú hevur spurningar viðvíkjandi persónupplýsingum, um dátutrygd ella fært illgruna um møgulig trygdarbrot.
Endamál og heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum
Tórshavnar Kvøldskúli er stovnur undir Tórshavnar Kommunu. Kvøldskúlin viðger persónupplýsingar um teg fyri at loysa fyrisitingarligu uppgávur í sambandi við tína kvøldskúla tilmelding. Kvøldskúlin savnar bert upplýsingar, ið eru neyðugar fyri at viðgera tína tilmelding á nøktandi hátt og fyri at kunna halda avtaluna, sum verður gjørd við teg í sambandi við tilmelding.
Sum víst verður á undir treytir á heimasíðuni í kvøldskúlafaldaranum, er kvøldskúlin sum útgangsstøði fyri allar borgarar í Tórshavnar Kommunu tó soleiðis, at um pláss eru, kunnu borgarar í øðrum kommunum melda til. Borgarar í Tórshavnar Kommunu hava framíhjárætt, har talan er um tilmelding til skeið við avmarkaðum plássum. Eru fleiri tilmeldaði, enn pláss er til á skeiðnum, nýtir kvøldskúlin títt p-tal umvegis Fólkayvirlitið fyri at kanna eftir, um talan er um tilmelding frá borgara í kommununi, um ivamál er.
Soleiðis savna vit tínar dátur
Tá tú meldar til skipanina hjá kvøldskúlanum, letur tú okkum tær persóndátur, vit hava tørv á fyri at veita tær rætta og nøktandi tænastu.
Hesar upplýsingar lata vit víðari til tín undirvísara
Undirvísarin á skeiðnum, tú meldar til, skal nýta ávísar persónupplýsingar hjá tær í sambandi við undirvísingina. Vanliga er talan um navn, aldur, telefonnr. og teldupostadressu. Undirvísarin nýtir hesar upplýsingar fyri at kunna samskifta við teg. Undirvísarin er skrivliga álagdur at strika persónupplýsingarnar, tá ið endamálið við at brúka upplýsingarnar er rokkið. Undirvísarin fær boð um hetta í teldupostinum, tá ið næmingalistin verður sendur honum. Undirvísarin fær eisini áminning viðvíkjandi nevnda, tá ið skúlaárið endar. Hetta er eisini galdandi fyri Facebook bólkar, Messenger bólkar og onnur forrit.
Vakmyndatól
Fyri at verja ognir og virðir hjá Kvøldskúlanum móti kriminellum handlingum, økja um trygdina fyri borgarar og starvsfólk á Kvøldskúlanum og skapa møguleika fyri kanningum av kriminellum handlingum, eru vakmyndatól sett upp við ávísar bygningar, har Kvøldskúlin heldur til.
Á øllum støðum, har vakmyndatól eru sett upp, verður skeltað soleiðis, at vakmyndayvirvaking er sjónlig. Bert avmarkað tal av starvsfólkum hava atgongd til upptøkurnar. Uppseting og umsiting av vakmyndatólum hjá Kvøldskúlanum fylgir mannagongd fyri umsiting av vakmyndatólum hjá Tórshavnar Kommunu.
So leingi goyma vit tínar dátur
Kvøldskúlin savnar bert neyðugar persónupplýsingar og goymir hesar, til sakliga endamálið við viðgerðini er rokkið. Tað kann vera ymist, hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingar. Upplýsingar skulu í ávísum førum goymast fyri at kunna skjalfesta okkara fyrisitingarliga arbeiði og viðkomandi málsviðgerð.
Um talan er um upplýsingar, sum eru partur av einum máli, verða hesar goymdar í journalskipanini hjá Kvøldskúlanum í Tórshavnar Kommunu, og avhendaðar Tjóðskjalasavninum sambært avhendingaravtalu og sambært lóg um skjalasøvn.
Er talan um skjøl, sum skulu goymast sum bókhaldsskjøl, verða hesi goymd sambært ásetingum í bókhaldslógini.
Sum víst á omanfyri hevur kvøldskúlin sett upp vakmyndatól. Upptøkurnar frá vakmyndatóli verða einans goymdar sambært galdandi lóggávu, og so leingi tað er neyðugt í mun til endamálið annars. Upptøkur kunnu verða latnar politinum, um politiið hevur brúk fyri teimum í sambandi við eitt politimál.
Undirvísarin fær í teldupostinum við næmingalistanum boð um at strika tínar persónupplýsingar, sum hann umsitur, tá sakliga endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum er rokkið. Undirvísarin fær eisini áminning viðvíkjandi nevnda, tá ið skúlaárið endar. Hetta er eisini galdandi fyri Facebook bólkar, Messenger bólkar og onnur forrit.
Borgarar kunnu sjálvir rætta upplýsingar á vanganum hjá sær.
Tíni rættindi
Tú hevur altíð rætt til at vita hvaðani og hvørjar upplýsingar, vit innsavna og skráseta um teg. Metir tú, at onkrar upplýsingar, sum vit hava innsavnað og skrásett, eru skeivar, hevur tú rætt at fáa hesar rættaðar.
Tú hevur eisini rætt til at fáa upplýsingar strikaðar. Hesin rættur er tó ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala ella annað endamál gevur kvøldskúlanum rætt til at varðveita og viðgera hesar upplýsingar. Ynskir tú at nýta tíni rættindi í sambandi við persónupplýsingar, skalt tú skriva til torshavn@torshavn.fo
Tú kanst lesa meira um, hvørji rættindi tú hevur við at nýta leinkjuna undir “Persónupplýsingarpolitikkur fyri Tórshavnar Kommunu” niðanfyri.
Persónupplýsingarpolitikkur fyri Tórshavnar Kommunu
Tú kanst lesa meira um persónupplýsingarpolitikkin hjá Tórshavnar Kommunu, og tíni rættindi við at brúka hesa leinkjuna. www.torshavn.fo/um-kommununa/titt-mal-i-kommununi/personsupplysingarpolitikkur/