Ikki er neyðugt at brúka ella stovna vanga.
Vegleiðing
Soleiðis gert tú
- Vel ynskta skeiðið.
- Tá ið skeiðið letur upp - kemur ein knøttur fram, har tað stendur "Melda til". Trýst á "Melda til".
- Trýst á "Legg í kurv".
- Tú hevur nú møguleika, at velja fleiri skeið, ella enda tilmeldingina her.
- Um tú ynskir at tilmelda teg fleiri skeið, kanst tú trýsta á "legg frálæru afturat" ella fara inn á her. Um tú bert ynskir at melda teg til eitt skeið, trýst so á "Enda tilmelding".
- Tá ið tú hevur trýst á "Enda tilmelding" mást tú góðtaka treytir fyri at koma víðari.
- Tá ið teigarnir eru fyltir út, trýst so á "Fram".
- Tá skeiðini eru stovnað, verður teldupostur við gjaldsleinkju sendur til næmingar, ið eru komnir inn á ynsktu skeiðini.
- Næmingagjaldið skal rindast beinanvegin. Tú fært teldupost hesum viðvíkjandi so skjótt skeiðið er upprættað. Hetta kann taka nakrar dagar. Neyðugt er, at tú kannar 'óynsktan post/spam'.
- Øll, sum eru meldaði til og sloppin á skeið hjá Kvøldskúlanum, fáa boð frá undirvísaranum um telefon ella teldupost, áðrenn ymisku skeiðini byrja.
Vegleiðandi myndir

Trýst á "Melda til".

Trýst á "Legg í kurv".

Trýst á "Enda tilmelding" ella "Lat kurvina upp".

Les treytirnar og vátta. 
Tøppa inn tínar persónsupplýsingar. 
Tøppa síðani inn gjaldsupplýsingar og lat tilmeldingina inn. Um næmingurin ikki er myndugur, skal verjin hjá viðkomandi tøppa sínar gjaldsupplýsingar inn.
Tú fært ein teldupost sendandi um at tín skráseting er liðug. Tá ið skeiðini eru stovnað av Kvøldskúlanum, fært tú ein nýggjan teldupost við gjaldsleinkju, so tú kanst gjalda fyri skeiðið.